Jun
30
Skrásett undir (Jersey 2015)
Á aðalfundinum hjá IIGA, sum varð hildin á Isle of Wight 27. juni 2010, var atkvøtt ímillum báðar oyggjarnar, sum bjóðaðu seg fram at skipað fyri leikunum í 2015, nevniliga Gotland og Jersey. Atkvøðugreiðslan endaði við at Jersey fekk 28 atkvøur, Gotland fekk 27 atkvøður og ein atkvøða var blonk. Sostatt er Jersey oyggin ið er vertur fyri leikunum í 2015.
Ítróttagreinir ið vera á Jersey eru :
  • Badminton
  • Basketball
  • Bogaskjóting
  • Borðtennis
  • Flogbóltur
  • Fótbóltur
  • Fræsur ítróttur
  • Golf
  • Sailing and Sail Boarding
  • Skjóting
  • Súkling
  • Svimjing
  • Tennis
  • Triathlon
Komandi ár vera oyggjaleikirnir hildnir á Isle og Wight í døgunum 25. juni til 1. juli 2011, og í 2013 verður Bermuda vertur fyri leikunum.


Oyggjaleikirnir 2009 gjørdust søguligir. Hetta vóru størstu leikirnir nakrantíð við eini 3.000 ítróttafólkum. Og fyri føroyskan ítrótt royndust leikirnir betri enn nakrantíð. Við okkara 34 gull-, 23 silvur- og 24 bronsuheiðursmerkjum gjørdust vit fyri fyrstu ferð fremsta oyggin av teimum 25 luttakandi.

Handan avrikini hjá okkara 100 ítróttafólkum liggja óteljandi tímar av venjing og kappingum, ja, eitt lív í ítrótti.

Fyri nøkur av okkara ítróttafólkum var hetta teirra fyrsta uppliving av oyggjaleikunum. Tey upplivdu trýstið at taka lut í altjóða kapping, men fingu samstundis nógvar góðar upplivingar og kendu serliga oyggjaleikafelagsskapin. Okkara vón er, at tey við luttøkuni hava fingið hug at venja fram móti komandi leikum.

Fyri onnur vóru hesir leikirnir partur av eini røð av altjóða kappingum. Tó fingu vit kensluna av, at upplivingin hesaferð var nakað serligt. Góðar umstøður, gott veður og eitt kent norðurlendskt umhvørvi hjálptu til. Og góðu føroysku úrslitini frá fyrsta leikdegi styrktu eisini um vónina hjá føroyingum, at hesa ferð fór at gangast væl. Og tað gekk øgiliga væl.

Sjálvandi kundu vit ynskt, at øll okkara fólk komu heim við heiðursmerki. Men fyri hvørt heiðursmerki eru tað nógv onnur, ið gjørdust ov stutt – hetta er ítróttur. Vinnarin er einki uttan tey, hann hevur vunnið á.

Ítróttasamband Føroya vil við hesum takka ítróttafólkum, leiðarum, venjarum og sersambondum, almennum myndugleikum, fjølmiðlum, vinnuligum stuðlum og føroyingum annars fyri tann stóra áhugan, tit sýndu Oyggjaleikunum 2009.

Vit líta nú fram til Oyggjaleikirnar 2011 á Isle of Wight. Kappast verður í hesum ítróttagreinum: badminton, bogaskjóting, borðtennis, flogbólti, fótbólti, frælsum ítrótti, golf, kurvabólti, sigling, skjóting, squash, súkkling, svimjing og tennis. Leikirnir verða í døgunum 25. juni til 2. juli 2011.

Hesi vunnu Føroyum heiðursmerki í 2009:

Bogaskjóting    Compound Head to Head Team Knockout    Faroe Islands    Silvur
Bogaskjóting    Men’s Compound Head to Head Knockout    Jógvan Niclasen    Gull
Bogaskjóting    Men’s Recurve Head to Head Knockout    Absalon Hansen    Silvur
Bogaskjóting    Recurve Head to Head Team Knockout    Faroe Islands    Gull
Bogaskjóting    Single FITA Compound Team    Faroe Islands    Gull
Bogaskjóting    Single FITA Men’s Compound    Jógvan Niclasen    Silvur
Bogaskjóting    Single FITA Men’s Recurve    Absalon Hansen    Bronsa
Bogaskjóting    Single FITA Recurve Team    Faroe Islands    Gull
Bogaskjóting    Single FITA Women’s Compound    Sigrid Kristianna Vang    Silvur
Bogaskjóting    Single FITA Women’s Recurve    Annika Vang    Gull
Bogaskjóting    Women’s Recurve Head to Head Knockout    Annika Vang    Gull
Frælsur Ítróttur    10,000m Women    Súsanna Skylv Sørensen    Silvur
Badminton    Men’s Doubles    Poulsen A – Lamhauge B    Gull
Badminton    Men’s Singles    Aksel Poulsen    Bronsa
Badminton    Team Event    Faroe Islands    Gull
Badminton    Women’s Doubles    Smith S – Poulsen G    Silvur
Badminton    Women’s Singles    Sigrun Smith    Gull
Fimleikur    Men’s SET Individual Floor    Rósing Dam    Silvur
Fimleikur    Men’s SET Individual Parallel Bars    Rósing Dam    Silvur
Fimleikur    Men’s SET Individual Rings    Rósing Dam    Bronsa
Fimleikur    Men’s FIG Individual Floor    Øssur Debes Eiriksfoss    Bronsa
Fimleikur    Men’s FIG Individual Parallel Bars    Rósing Dam    Bronsa
Fimleikur    Men’s FIG Individual Rings    Øssur Debes Eiriksfoss    Bronsa
Fimleikur    Men’s FIG Individual Vault    Øssur Debes Eiriksfoss    Bronsa
Fimleikur    Men’s SET Individual Vault    Fróði Mortensen    Gull
Fimleikur    Team Floor & Vault Men’s    Faroe Islands    Silvur
Fimleikur    Team Floor & Vault Women’s    Faroe Islands    Bronsa
Fimleikur    Women’s SET Individual Beam    Kristina Toftegaard    Silvur
Judo    Men’s +100kg    Skarpheðin Njálsson    Silvur
Judo    Men’s -100kg    Petur Sigurð Johannesen    Bronsa
Judo    Men’s 60kg    Sam Vang    Bronsa
Judo    Men’s 73kg    Jógvan Páll Kristiansen    Gull
Judo    Men’s 73kg    Hjalmar Johannesen    Silvur
Judo    Men’s 81kg    Búgvi Poulsen    Gull
Judo    Men’s 81kg    Áki Davidsen    Bronsa
Judo    Men’s 90kg    Bjørn Andreassen    Bronsa
Judo    Men’s Team Event    Faroe Islands    Bronsa
Svimjing    Men’s 100m Backstroke    Kári J. á Høvdanum    Silvur
Svimjing    Men’s 100m Breaststroke    Pál Joensen    Bronsa
Svimjing    Men’s 100m Freestyle    Pál Joensen    Gull
Svimjing    Men’s 100m Individual Medley    Pál Joensen    Silvur
Svimjing    Men’s 1500m Freestyle    Pál Joensen    Gull
Svimjing    Men’s 200m Breaststroke    Pál Joensen    Gull
Svimjing    Men’s 200m Butterfly    Pál Joensen    Bronsa
Svimjing    Men’s 200m Freestyle    Pál Joensen    Gull
Svimjing    Men’s 200m Individual Medley    Pál Joensen    Silvur
Svimjing    Men’s 4 x 100m Freestyle Relay    Faroe Islands    Silvur
Svimjing    Men’s 4 x 100m Medley Relay    Faroe Islands    Silvur
Svimjing    Men’s 4 x 50m Medley Relay    Faroe Islands    Gull
Svimjing    Men’s 400m Freestyle    Pál Joensen    Gull
Svimjing    Men’s 400m Individual Medley    Pál Joensen    Silvur
Svimjing    Men’s 50m Backstroke    Kári J. á Høvdanum    Silvur
Svimjing    Men’s 50m Breaststroke    Pál Joensen    Silvur
Svimjing    Men’s 50m Butterfly    Pál Joensen    Gull
Svimjing    Men’s 50m Butterfly    Kári J. á Høvdanum    Bronsa
Svimjing    Men’s 50m Freestyle    Pál Joensen    Gull
Svimjing    Men’s 50m Freestyle    Pauli Øssursson Mohr    Bronsa
Svimjing    Women’s 100m Backstroke    Bjørg Seloy    Gull
Svimjing    Women’s 100m Backstroke    Birita Debes    Bronsa
Svimjing    Women’s 100m Breaststroke    Malan Vitalis Bærendsen    Gull
Svimjing    Women’s 100m Breaststroke    Katarina S. Lamhauge    Bronsa
Svimjing    Women’s 100m Butterfly    Bjørg Seloy    Silvur
Svimjing    Women’s 100m Butterfly    Shaila millum Garðarnar    Bronsa
Svimjing    Women’s 100m Freestyle    Shaila millum Garðarnar    Gull
Svimjing    Women’s 100m Individual Medley    Poula Øssursdóttir Mohr    Silvur
Svimjing    Women’s 200m Backstroke    Bjørg Seloy    Bronsa
Svimjing    Women’s 200m Breaststroke    Malan Vitalis Bærendsen    Gull
Svimjing    Women’s 200m Breaststroke    Katarina S. Lamhauge    Bronsa
Svimjing    Women’s 200m Freestyle    Mona Simonsen    Bronsa
Svimjing    Women’s 4 x 100m Medley Relay    Faroe Islands    Gull
Svimjing    Women’s 4 x 50m Freestyle Relay    Faroe Islands    Gull
Svimjing    Women’s 4 x 50m Medley Relay    Faroe Islands    Gull
Svimjing    Women’s 400m Freestyle    Mona Simonsen    Gull
Svimjing    Women’s 50m Backstroke    Birita Debes    Gull
Svimjing    Women’s 50m Backstroke    Poula Øssursdóttir Mohr    Silvur
Svimjing    Women’s 50m Breaststroke    Katarina S. Lamhauge    Gull
Svimjing    Women’s 50m Butterfly    Shaila millum Garðarnar    Gull
Svimjing    Women’s 50m Butterfly    Guðrun Holm Jacobsen    Bronsa
Svimjing    Women’s 50m Freestyle    Shaila millum Garðarnar    Gull
Svimjing    Women’s 800m Freestyle    Mona Simonsen    Gull
Flogbóltur    Women’s Volleyball    Faroe Islands    Gull



Jun
28
Skrásett undir (Áland 2009)

Í gjár vóru 13. Oyggjaleikirnir settir í Álandi.

Yvirlit yvir kappingar, luttakarar og úrslit er at finna á úrslitasíðuni hjá leikunum alandresults2009.com.



Oyggjaleikanevndin á Prince Edward Island hevur boðað frá, at hon tekur sítt boð uppá oyggjaleikirnar í 2013 aftur.

Annars var ætlanin, at aðalfundurin hjá IGA í Álandi seinast í juni i ár skuldi taka støðu til, hvørt leikirnir skuldu vera á Bermuda ella á Prince Edward Island.

Men tá stjórnin í Prince Edward Island tók lyftið um fíggjarligan stuðal til leikirnar aftur 19. februar í ár, og allar royndir at finna annan stuðul miseydnaðust, gjørdi Oyggjaleikanevndin á Prince Edward Island av at taka boðið aftur.

Tí hevur aðalfundurin hjá IGA 28. juni 2008 bert ein umsøkjara til leikirnar í 2013 at taka støðu til.



Jul
16
Skrásett undir (Rodos 2007)

Oyggjaleikirnir á Rodos 2007 gjørdust serstakliga góðir fyri Føroyar.

Vit gjørdust nummar trý í samanløgdu heiðursmerkjarøðini, og er hetta eins gott og besta føroyska úrslitið higartil, ið vit fingu á heimavølli í 1989. Okkara ítróttafólk vunnu 24 gull-, 19 silvur- og 12 bronsuheiðursmerki.Tak yvirlitið við føroysku heiðursmerkjunum niður her (44 kb pdf).

Ítróttasamband Føroya takkar øllum ítróttafólkunum og leiðarum og venjarum teirra fyri stóra arbeiðið, tey løgdu í fyrireikingar til leikirnar og í leikirnar sjálvar.

Avbjóðingarnar hava verið nógvar bæði undan leikunum, summi blivu skadd og náddu ikki málinum at luttaka, og á sjálvum leikunum við nógva hitanum, tilvildarligu fyriskipanini á Rodos og ymisku avbjóðingunum, ið stunga seg upp á leikunum. Men leikirnir á Rodos fara ivaleyst at liva leingi í minninum.

Ein tøkk fer samstundis til ymsu stuðlarnar, ið hava gjørt luttøkuna á Rodos gjørliga, og til landsins myndugleikar, ið bæði hjálptu við stuðli, og vóru við til at mynda leikirnar við síni luttøku har. Eisini føroysku miðlarnir hava eina stóra tøkk uppiborna fyri sín leiklut í at gera leikirnar livandi fyri føroyska fólkinum.

Tilfar um leikirnar er m.a. at finna á heimasíðunum www.oyggjaleikir.fo, www.rhodes2007.info, www.rhodesresults2007.com og www.islandgames.net

Eyguni verða nú vend móti næstu leikunum, ið verða í Álandi í døgunum 27. juni (ley.) til 4. juli (ley.) 2009. Heimasíðan hjá leikunum í Álandi er at finna her.



Jun
29
Skrásett undir (Rodos 2007)

Føroysku ítróttafólkini eru nú øll komin til Rodos. Fyrri helmingurin kom mánakvøldið, og seinna helvtin kom í nátt. Flogfarið setti seg á Diagoras flogbreytina á Rodos kl. 2.30 í morgun. Tey høvdu tá ferðast við Atlantic Airways úr Føroyum við millumlending í Billund.

Bussar fluttu síðani ítróttafólkini teir 10 minuttirnar til hotellið Ixian Grand. Hotellið er stórt og prýðiligt, men partar verða ný- og umbygdir, og tí eru fleiri av kømurunum ikki heilt liðug. Annars verður latið væl at hotellinum. Maturin er góður, og á útnyrðingssíðuni á Rodos, har Ixia liggur, er vanliga eitt lot. Hetta hevur hjálpt hesar fyrstu dagarnar, nú ítróttafólkini skulu venja seg við hitan, ið higartil hevur ligið omanfyri 30 stig.

Lagið í leguni er gott. Dagarnir ganga við venjingum og annars við at venja seg við hitan, nú ein dag áðrenn setanina. Sunnudagin skulu tær flestu ítróttagreinarnar í gongd. Spennandi verður at síggja, um fyrireikararnir av leikunum verða til reiðar at byrja sunnudagin. Tað sær í øllum førum út til, at teir hava tørv á einum tveimum døgum aftrat til fyrireikinig.



Jun
29
Skrásett undir (Rodos 2007)

Fyriskipararnir av Oyggjaleikunum á Rodos hava heitt á føroysku almennu umboðini, Jóannes Eidesgaard, løgmann, og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann við mentamálum, og Heðin Mortensen, forseta í Ítróttasambandi Føroya, at handa heiðursmerki á Oyggjaleikunum.

Týsdagin 3. juli kl. 20.20 fer Jóannes Eidesgaard at handa heiðursmerkini í kappingini í 200 m frísvimjing hjá monnum.

Mikudagin 4. juli kl. 18.50 fer Heðin Mortensen at handa heiðursmerkini í kappingini 400 m frísvimjing hjá kvinnum.

Hósdagin 5. juli kl. 14.30 fer Jógvan á Lakjuni handa heiðursmerkini í einstaklingakappingini hjá kvinnum í compound bogaskjóting.



Til ber at taka eitt yvirlit niður, ið vísir tær kappingar, ið føroyingar kappast í á Oyggjaleikunum. Skráin er vegleiðandi, eftirsum broytingar nú beint uppundir leikirnar verða gjørdar mestsum dagliga.

Tak yvirlitið niður her (68 kb pdf).

Víst verður annars til heimasíðuna hjá leikunum, har nýggjastu dagføringar av skránni koma at liggja.



Jun
18
Skrásett undir (Rodos 2007)

Nú Oyggjaleikirnir av álvara eru farnir at nærkast, er hitin farin at gera um seg á Rodos. Knappar tvær vikur eru til setanina – hon verður leygarkvøldið 30. juni.

Veðurforsøgnirnar fyri teir næstu fimm dagarnar siga frá skýfríum himli og sól allar dagarnar. Hitin fer at verða millum 32 og 36 stig um dagin, og um náttina fer hann at verða millum 26 og 29 stig.

Tað er av alstórum týdningi at ítróttafólk og ferðafólk, ið fara til Oyggjaleikirnar, fylgja ráðunum frá liðlæknanum um vætu og verju móti sól.



Jun
18
Skrásett undir (Rodos 2007)

Í stuttum tíðindaskrivi hevur Altjóða Oyggjaleikanevndin, IGA, boðað frá, at umleið 3.000 luttakarar verða til leikirnar á Rodos.

Hesir leikirnir verða sostatt teir størstu higartil, og hava í luttakaratali yvirhálað Olympisku vetrarleikirnar.

Ítróttafólkini fara at kappast í 14 ítróttagreinum, og fyriskipararnir vænta fleiri túsund áskoðarar frá teimum 25 limaoyggjunum.